Í samband við at Norðurlandahúsið skipar fyri Land í Eygsjón, skipar íslendska felagið í Føroyum fyri íslendskum Torradøgum. Í Góðan Morgun, Føroyar í morgun, bjóðaði íslendska felagið í Føroyum tí vertunum at royna íslendskan mat, millum annað Havkall.
Tá bleiv sagt, at tað rætta hevði verið at drukkið Svartadeyða, ið er ein íslendskur snapsur, aftur við, men hetta var tó ikki loyvt longur.
Finnur Koba greiddi frá, at eftir at menn høvdu drukkið whiskey í ervinum hjá Lemmy, forsangaranum í Motorhead, varð forboð sett móti at drekka brennivín í útvarpssendingum. Eisini tá fólkaatkvøða var í Skotlandi um loysing, royndu verturin og ein gestur ymisk sløg av whiskey í valsendingini í sjónvarpinum.











