Sleppa ikki at draga limagjald frá í skatti

Skattalógin skal ikki brúkast at føra sosialpolitikk og skulu vit geva skattalætta, skulu øll fáa

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at tað skal bera til at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti.

 

Eitt, Javnaðarflokkurin vísir á, er, at tá ið limir í fakfeløgum fáa pening úr verkfalsgrunninum hjá einum fakfelag, rinda tey skatt av tí.

 

Men eftirsum tey longu hava goldið skatt av tí limagjaldi, tey rindaðu til fakfeløgini, verður sami peningur sostatt skattaður tvær ferðir og tað er ímóti grundregluni í okkara skattaskipan.

 

Løgtingið viðgjørdi málið í gjár og har vísti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, á, at fyrr vóru so nógvir ymiskir frádráttir í skattinum at tað oyðilegði skipanina.

 

- Skattalógin varð brúkt til at føra sosialpolitikk.  Og skattalógin varð eisini brúkt til vælgerandi endamál og til at føra fakfelagspolitikk.

 

Tí varð samtykt at fáa skattalógina aftur á beint og at broyta hana til tað, endamál, hon er ætlað til, nevniliga at krevja skatt til land og kommunur av inntøkuni hjá fólki.

 

- Tí vórðu allir frádráttir tiknir av og samstundis varð skatturin lækkaður, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Sostatt hava skattgjaldarar longu fingið eina skattalækking fyri ymsar frádráttir, tey høvdu fyrr

 

Hinvegin vóru rentufrádrátturin, barnapengar, og aðrir gamlir frádráttir, lagdir um til ein stuðul, tí tað er júst, hvat tað er, segði hann.

 

- Skulu vit geva skattalætta, skal hann latast øllum, ikki bara teimum, sum eru limir í einum fakfelag, sigur Jørgen Niclasen.