Sleppa ikki at avhoyra ísraelskar hermenn

Ísrael hóttir við at taka seg burtur úr ST-kanningini, sum skal staðfesta, hvat hendi, tá ósraelskir hermenn tóku seg umborð á eitt skip úti fyri Gaza. Níggju av teimum, sum vóru við skipinum, doyðu, tá teir ísraelsku hermenninir fótu at skjóta.

Í síðstu viku segði ísraelska stjórnin, at landið er til reiðar at luttaka í kanningini, sum ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur sett í verk.

Síðani hevur ljóðað, at ST er gingið við til, at at ísraelskir hermenn skulu sleppa undan at verða avhoyrdir. Tað avsannaði Ban Ki-moon í gjár, og nú sigur Ísrael nei.

-Ísrael fer ikki at taka lut í ella at viðvirka til nakra kanning, sum roynir at avhoyra ísraelskar hermenn, sigur ein talsmaður hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.