Sleppa ikki á røktarheim tí eingin er at passa tey

Fólk í Norðoyggjum standa á bíðilista at sleppa á røktarheim, men har er einki at gera tí tey fáa ikki fólk at passa tey

##med2##

 

Vit mangla so nógv starvsfólk, at støðan er heilt álvarslig. Tað sigur Karl Johansen, borgmeistari í Klaksvík, og formaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu. Hann sigur, at í løtuni mangla tey heili 17 starvsfólk á eldraøkinum í Norðoyggjum og tað hevur stórar avleiðingar við sær. Hann sigur, at avleiðingin er, at í løtuni standa trý kømur tóm á Norðoya Røktarheimi, men tey kunnu rætt og slætt ikki taka nakran inn, tí eingin er at passa tey.

 

Annars standa 10 fólk á einum bíðilista eftir at sleppa á røktrheim – og hetta eru tey, sum standa á listanum yvir tey, sum tað er bráðneyðugt hjá at sleppa á røktarheim. Men sum støðan er nú, mugu tey bíða.

 

Men hvussu tað skal eydnast at fáa fatur á starvsfólki, dugir hann ikki at siga, tí eingin er at fáa fatur á, tí arbeiðið er til allar hendur. Hann sigur, at hendan dagin, hann kannaði málið, vóru 12 fólk í Norðoyggjum arbeiðsleys, so tað ber ikki til at fáa fólk heldur, sigur Karl Johansen. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Karl Johansen greiða frá á FM1.