Fynske Medier í Danmark er fyrsti fjølmiðil, sum hevur fingið loyvi at taka myndir við dronu – tað er eitt slag av fjarstýrdari tyrlu, sum tekur myndir úr luftini.
– Vit síggja stórar møguleikar við at brúka dronu at taka myndir við, og tað er av týdningi fyri okkum, at vit sleppa í gongd við tað beinanvegin, sigur Michel Bager, myndastjóri á Fynske Medier við Fyens.dk.
Tað eru strangar relgur fyri, hvussu flúgvast skal við slíkari dronu. Eitt nú má ikki flúgvast uppi yvir bygdum øki, størri vegum ella øki, har nógv fólk eru savnað.
Ein av myndamonnunum hjá Fynske Medier er góðkendur sum »flogskipari« á dronuni, sum er av slagnum DJI Phantom 2 vision+, ið kom á marknaðin í apríl.










