Vakra kavaveðrið seinastu dagarnar hevur verið ein rættulig fragd hjá børnunum. Og verður tað, sum veðurmaðurin hjá Sosialinum spáar, heldur vakra kavaveðrið á til hósdagin.
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður hjá Sosialinum, sigur, at høgættin fer at liggja til hósdagin, tá ein hátrýstriggur, ið førir lýggjan vind og regn av útsynningi við sær, nærkast Føroyum. Petur Skeel sigur, at kavin fer at hvørva skjótt hesar báðar dagarnar, tí hitin fer at liggja um eini 8 stig. Hetta ger, at vit sleppa undan nógvum krapa.
Hóast kavaveðrið heldur áfram til hósdagin, verður títtleikin av kavaælum ikki eins stórur og í vikuskiftinum. Í syðra parti av landinum kann tískil ikki væntast, at nógvur kavi legst afturat, men tó kann henda, at Norðoyggjar fáa eitt sindur meira av kava, spáar Petur Skeel Jacobsen.










