Í Vestmanna eru stórur áhugi fyri at skjóta og nú fáa skjúttarnir sítt egna
økið at venja og at kappast á Á bygdaráðsfundi í Vestmanna varð samtykt at leggja eitt øki Úti á Berg av
til skjótivøll, har skjúttarnir kunnu venja og kappast undir skipaðum
viðurskiftum.
Tað er Vestmanna Byrsufelag, sum hevur biðið um eitt øki til skjótivøll, og
nú hevur bygdaráðið játtað teimum økið nakað burtur frá bygdum øki
sunnanfyri bygdina.
Samstundis skulu treytir ásetast fyri, hvussu og nær skjótast kann á økinum.
Talan er um eitt øki, sum kommunan eigur og Karl A Olsen, borgarstjóri,
sigur at góðkenning fingin til vega frá umhvørvismyndugleikunumm, eins og
løgreglan er eftirspurd.