Fólkatingsval verður mikudagin og valstríðið er í hæddini. Seinastu árini hevur verið langt ímillum veljarafundirnar, men sunnukvøldið vera ikki minni enn tveir almennir veljarafundur, ein í Løkshøll í Runavík og ein í SMS í Havn.
Á báðum fundunum verða allir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsvalið, við.
Í Løkshøll siga tey, at ætlanin er at hava ein valfund upp á tann góða, gamla mátan, men har nøkur ávís evni verða drigin fram at kjakast um. Men vanligi veljarin skal eisini sleppa fram at mikrofonini at viðmerkja tað, sum er ført fram, ella at seta spurningar.
Fundurin í Løkshøll verður klokkan seks sunnudagin.
Ein tíma aftan á, klokkan sjey, verður veljarafundur í SMS í Havn. Tann fundurin verður í tveimum umførum, har eitt umboð fyri hvønn flokk er við í hvørjum umfari. Í hesum sambandi verður kjak um støðuna ímillum Føroyar og Danmark, búskaparligt frælsi, og ríkisveitingina.
Flokkarnir fara eisini at greiða frá, hví vit skulu velja umboð í Fólkatingið og hvat teir ætla at brúka sessirnar til.
Umboðini fyri flokkarnar verða:
Sjálvstýri: Jógvan Skorheim
Fólkaflokkurin: Annika Olsen og Christian Andreasen
Framsókn: Súsanna Olsen & Høgni Sigrunarson Reistrup
Tjóðveldisflokkurin: Hervør Pálsdóttir og Annita á Fríðriksmørk
Javnaðarflokkurin: Djóni Nolsøe Joensen og Jónleif Johannesen
Sambandsflokkurin: Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen