Tað skal verða loyvt at selja føroyskt ræst og turt kjøt í handlum og á matstovum í Føroyum, í eitt ár afturat.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumalum.
Aftan á fyrsta juni í ár skuldi tað annars ikki vera loyvt at selja turt og ræst kjøt í handlum, og á matstovum, uttan at tað kom av góðkendum sláturvirki, og varð turkað í góðkendum hjalli.
Hann hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um at tað skal vera loyvt í eitt ár afturat, soleiðis, at tað ikki verður fyrrenn 1. juni næsta ár, at tað verðru forboð fyri at selja turt og ræst kjøt í handlum, og á matstovum, uttan at tað kemur av góðkendum sláturvirki og góðkendum hjallum.
Annars samtykti løgtingið fyri sløkum fimm árum síðani ein matvørulóg sum segði, at eisini alt ræst og turt kjøt av seyði og neytum, sum verður selt á matstovum og í handlum, skal verða av góðkendum sláturvirki, og turkað og ræsað í góðkendum hjalli.
Men hetta skuldi ikki koma í gildið fyrrenn 1. juni í ár, fyri at geva marknaðinum høvið at laga seg til nýggju umstøðurnar.
Hvat fekst kjøt, og avroðum, viðvíkur, hevur tað altíð verið krav, at tað, sum, verður selt í handlum og á matstovum, skal vera av góðkendum sláturvirkið.
Í Føroyum verður annars meginparturin av kjøti og avroðum, selt í durasølu og tað verður ikki broytt. Durasøla er, har privatfólk, sum vilja hava kjøt, keypa beinleiðis frá bóndanum.
- Durasøla er ein spurningur um álit millum seljara og keypara og tað verður ikki broytt. Sostatt er undantakið bara galdandi fyri turt og ræst kjøt, sum verður selt í handlum og á matstovum.
- Hetta álit er nevniliga ikki á sama hátt til staðar, tá ið vøran verður seld í einum handli ella á eini matstovu, sigur Johan Dahl. Og tað hevur týdning, at fólk føla seg tryggan í, at vøran er framleidd og hagreidd á heilsufrøðiliga rættan hátt.
Men í matstovuvinnuni, og ímillum kokkar, verður tó stúrt fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá ið føroyskt seyða- og neytakjøt, sum verður selt í handlum og matstovum, skal vera úr løggildum hjøllum.
- Ført hevur verið fram, at fjølbroytni í føroysku siðbundnu matvørunum fer at hvørva, nú alt skal framleiðast á løggildum virki, og at øll menning innan fyri siðbunda føroyska matarframleiðslu steðgar, tí rúm ikki verður fyri serframleiðslum av ymsum slagi.
Annars hevur ein arbeiðsbólkur sitið nú í tvey ár og arbeitt við eini loysn fyri turt og ræst kjøt, men hann er ikki komin til nakra semju.
Tí vil Johan Dahl nú hava, at tað skal verða loyvt at selja turt og ræst kjøt í handlum, og á matstovum, í eitt ár afturat, til 1. juni næsta ár, hóast tað ikki kemur av góðkendum slátuvirki og úr góðkendum hjallum.
Samstundis arbeiða granskarasetrið, iNOVA, og Vinnumálaráðið, saman við kokkum, bóndum, útoyggjafelagnum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ráðstevnu, við at fyrireika eina ráðstevnu í vetur, um ræst og ræsing.
Ráðstevnan fer at viðgera, hvussu hjallar kunnu innrættast fyri at verða góðkendir og tað verður eisini upplýst um, hvussu kjøt, ið verður selt í durasølu, skal handfarast.










