Sleppa at síggja altartalvuna í kvøld

Í kvøld verður høvi hjá almenninginum at síggja, hvussu gongur at umvæla altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Tað verður í kvøld klokkan 19.30, at fólk sleppa í kirkjuna at skoða verkið.

Nú er tann ovari parturin av málninginum tikin av rammuni, og sostatt er arbeiðið komið eitt stig víðari.

Tí verður aftur opið í kirkjuni fyri almenninginum, so fólk kunnu koma at hyggja at. Tá fáa fólk eisini eina frágreiðing frá um, hvussu arbeitt verður og hvussu verður farið fram hiðani.

Tey fara eisini at fortelja, hvat nýtt tey hava fingið at vita um málningin við at kanna smálutir í honum.