Sleppa at royna síni fótbóltsevnir

Tað gongur væl hjá felagsliðnum EB/Streymi í løtuni. Hetta smittar helst eisini yvir á tey fótbóltshugaðu børnini.

Í Hósvík fáa hesi nú ein sparkivøll við graslíki, har tey sleppa at royna síni evni sum fótbóltsleikarar.

Børnini í Hósvík sleppa um stutta tíð at sparka bólt á einum vølli í heimbygdini.
Í síni tíð var ætlan at gera tríggjar slíkar vøllir í Sunda kommunu, og varð ein ætlan løgd um at gera slíkar í Haldórsvík, Hósvík og á Norðskála.
Vøllurin í Haldórsvík er longu gjørdur, men nú verður farið undir tann næsta í røðini.
Á fundi í teknisku nevnd í Sunda kommunu fyrr í mánaðinum varð samtykt, at gera ein sparkivøll í Hósvík.
Á sama fundi varð somuleiðis samtykt, at økið rundan um henda vøllin skal gerast sum eitt spælipláss.
 
250.000 kr.
Mánakvøldið var fundur í Sunda kommunu, og tá varð samtykt at gera henda vøllin.
Tekniska umsitingin í kommununi metir, at parturin hjá kommununi í hesi ætlanini verður um 250.000 kr.
Á bygdaráðsfundinum varð somuleiðis samtykt, at lata upp í hendurnar á teknisku nevndini at finna hóskandi stødd til vøllin.
Hetta uppskotið varð einmælt samtykt.