Tá steypafinalurnar hjá teimum vaksnu í Coca-Cola kappingini verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 13. februar, verður spælt á serliga hondbóltsgólvinum, ið eitt nú hevur verið brúkt til landsdystir. Men eisini dagin eftir verða spældar steypafinalur á sama stað, so tey yngru kunnu sleppa at royna seg á sama gólvi sum tey vaksnu. Hetta var roynt fyrstu ferð í fjør við sera góðum úrsliti.