Nú Magnus Heinason ger váryvirlitstrolingar á Føroyabanka, og líkt er til, at teir fara at fáa nakrar bæði stórar og góðar bankatoskar, verður eisini - eins og undanfarin ár - skipað fyri Føroyabankakvøldum á matstovuni Barbaru uppundir endan av næstu viku.
Ein av fyriskiparunum av Føroyabankakvøldunum er Johan Mortensen, konsulentur, og hann sigur, at kvøldini á Barbaru verða 28., 29. og 30. mars, og tá sleppa fólk at royna henda endiliga, vælsmakkandi og serstaka toskin av Føroyabanka, ið bara føroyingar eiga.
Fyrr í dag kundi In.fo bera tíðindini, at havrannsóknarskipið Magnus Heinason í løtuni liggur bakk, tí tað er ódnarveður. Teir hava verið á Føroyabanka og hava havt trolið úti í tilsamans fimm tímar. Teir hava hesar fimm tímarnar fingið 109 toskar, sum liggja út 6 kilo upp í 20 kilo hvør.
Hin størsti toskurin, sum teir higartil hava fingið, er 121 sentimetrar langur og vigar heili 40 pund! Hesar fimm tímarnar, Magnus Heinason hevur havt trolið úti á Føroyabanka, hava teir eisini fingið nógva hýsu. At nógv hýsa er á Bankanum í løtuni vita øll, men nú er eisini líkt til, at okkurt er við at henda við toskinum.
Ætlandi fer Magnus Heinason út aftur á Føroyabanka sunnukvøldið, tá veðurforsagnirnar siga, at veðrið verður betri, eins og forsagnirnar siga, at mánadagurin eisini fer at roynast. Ætlandi kemur Magnus Heinason inn aftur mikudagin, tá Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg aftur sleppa at royna seg við knívinum.