Tað eigur at bera væl til at halda grind til, uttan at bróta tilmælini um korona. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum, við útvarpsrásina, FM1.
Í kjalarvørrinum á korona settu myndugleikarnir mark fyri, hvussu nógv fólk áttu at savnast á einum staði, umframt at tað skuldi vera ein ávís fjarstøða ímillum tey.
Sýslumenninir kring landið mettu ikki, at tað bar til at halda grind til undir teimum umstøðunum, og av tí sama settu teir bann fyri at drepa grind.
Men nú Føroyar hava verið koronafríar í rættiliga langa tíð, róði Jacob Vestergaard fram undir, at vit aftur skuldi fara at drepa grind í Føroyum, og í gjár kunngjørdu sýslumenninir so, at nú verður tað aftur loyvt at halda grind til.
Jacob Vesgergaard sigur við FM1, at føroyingar hava dugað sera væl at halda tilmælini frá myndugleikunum og hann væntar eisini, at tað fer eisini at eydnast í eini grind.
Men hann heldur, at fyri at avmarkað talið á fólki, heldur hann, at grindadrápini skulu vera uttan áskoðarar, og at tað bara eru tey, sum eru í sjálvum drápinum, sum eru á plássinum, har grindin verður hildin til.
Hann vísir eisini á, at í grindalógini eru eisini greiðar ásetingar um, hvønn myndugleika, sýslumenn, grindaformenn, og tey fólk, teir biðja hjálpa sær, hava í sambandi við grind.
– Tað er ógvuliga væl skipað, so eg ivist ikki í, at tað eigur at bera til, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvussu hann sær upp á møguleikan at drepa grind.