Okkurt bendir á, at myndugleikarnir í Pakistan eru sinnaðir at lata amerikanararnar avhoyra kvinnurnar, sum vóru í húsunum hjá Osama bin Laden, tá hann bleiv skotin. Fyri nøkurum døgum søgdu umboð fyri pakistonsku myndugleikarnar, at USA slapp ikki at avhoyra kvinnurnar, men ein amerikanskur embætismaður sigur við Reuters, at myndugleikarnir eru í ferð við at slaka, men at eingin beinleiðis tilsøgn er komin enn.
Tá amerikanararnir lupu á húsini hjá bin Laden, var ein av konum hansara í sama kamari sum hann, og pakistanska fregnartænastan hevur sagt, at tríggjar aðrar konur vóru aðrastaðni í húsunum.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvar konur Osama bin Laden hevði, nú hann doyði. Hinvegin er greitt, at hann átti meiri enn 20 børn við fimm konum.










