Sleppa aftur at hava opið um náttina

Vit lata ikki matstovur og skeinkistøð aftur fyri tað um støðan í Danmark er vánalig, sigur landsstýrismaður

 

 

 

Í næstu viku sleppa matstovur og skeinkistøð aftur at hava opið sum vant. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Sum støðan er nú, skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan 22 og tað er galdandi til sunnukvøldið.

Men í Danmark stúra tey fyri støðuni, tí tað eru so nógv fólk, sum fáa koronu, serliga er tað tann enski varianturin, sum nógv fólk verða smittað av, og tí eru myndugleikarnir á varðhaldi, tí tann varianturin smittar ógvuliga illa. Fyri at basa smittuni, hava danir sett upp aftur harðari tiltøk í verk.

Men Helgi Abrahamsen sigur, at tiltøkini ímóti matstovum og skeinkistøðum í Føroyum, verða ikki longd og sostatt fara tey úr gildið sunnikvøldið, sum ætlað.

Hann sigur, at tá ið tey vórðu sett í gildið, vórðu nakrir føroyingar smittaðir við koronu, men hesar seinastu dagarnar er lítil og eingin smitta staðfest her á landi. Og tí heldur hann ikki, at nøkur orsøk er til at lata krøvini til matstovur og skeinkistøð, standa við.

– Vit fara ikki at seta tiltøk í verk í Føroyum, bara tí at smittan ger um seg í Danmark, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tey fylgja væl við gongdini og broytist støðan, verður málið tikið upp aftur, sigur hann.

­– Støðan í Føroyum er heilt øðrvísi enn hon er í Danmark og vit taka støðu út frá, hvussu gongdin er her. Og eg kann ikki hugsað mær, at tiltøk verða sett í verk, uttan so, at fleiri føroyingar aftur verða smittaðir, leggur hann afturat.