Danir og norðmenn sleppa nú aftur at fiska hvítingsbróður, tí sambært fiskifrøðingunum er stovnurin komin fyri seg aftur, eftir at hann hevur fingið frið tey seinastu árini.
Nú er avgjørt, at donsk og norsk skip skulu sleppa at fiska 100.000 tons hetta til nýggjárs, og næsta ár verður kvotan væntandi 450.000 tons, sum sambært Ritzau er nakað oman fyri tað, sum londini plagdu at fiska um árið.
Ritzau skrivar, at tann nýggi møguleikin kemur teimum donsku ídnaðarskipunum væl við, og danir fáa eisini meginpartin av teirri nýggju kvotuni.