Ætlanin at byggja eina risastóra ítróttarhøll í Vesturbýnum í Havn, er nú slept.
Tað er greitt, eftir at Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at seta nýggja musikkskúlan á grundstykkið, har ítróttarhøllin skuldi standa.
Talan var ikki bara um eina risa ítróttarhøll, sum eisini skuldi kunna brúkast til konsertir, framsýningar, stevnur og annað mangt, og tosað varð enntá um at skipa hana so at frælsur ítróttir kundi venja innandura.
Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð ikki bara at brúka grundstykkið til musikkskúla. Tað varð eisini samtykt at byggja Gundadalshøllina út ístaðin.
Talan er um eina útbygging, sum kostar 19 milliónir krónur, og sum fer at gera Gundadalshøllina til eina tvíhøll.
Býráðslimir føra fram, at tað er bráðneyðugt at útvega betri pláss til ítróttarfeløg at spæla og venja innandura og at bæði Neistin, Kyndil og Fleyr taka fult undir við ætlanini at útbyggja Gundadalshøllina.
Umframt ítróttarhøll, skal hvørt felag eisini hava felagshøli við plássi fyri 40 fólkum í teirri útbygdu Gundadalshøllini.
Pláss skal eisini vera fyri skrivstovu, tekøk og wc til hvørt felag, umframt pláss til bóltar og aðra ítróttarútgerð, fysioterapi, vektrúm og annað.
Harafturat fær hvørt felag 250.000 krónur fyri at handað kommununi høllina. Marin Katrina Frýdal helt, at kommunan kann ikki yvirtaka høllina, uttan at gera eina støðulýsing av henni, men, tað uppskotið vann ikki frama.
Sostatt samtykti býráðið at yvirtaka høllina og byggja hana út fyri 19 milliónir.