Í gjár kundi In.fo boða frá, at Sámal Erik Hentze ikki heldur fram í Víkingi komandi kappingarár. Nú ljóðar, at avloysarin møguliga verður íslendingurin Heimir Gudjónsson.
Les eisini: Bagge heldur ikki fram
Hann hevur verið venjari hjá Gunnari Nielsen og FH farna kappingarár, men eftir næstan tíggju ár í sessinum, so heldur hann ikki fram í FH. Júst Víkingur og FH hittust í Champions League undankappingini í ár.
Søgan sigur, at tað er samband millum partarnar og at tað ikki er óhugsandi, at hann verður at síggja í Sarpugerði ein av komandi døgunum. Heimir Gudjónsson er 48 ára gamal.