Sama dag í 1944 varð tjóðveldið Ísland sett á stovn. Mitt í Reykjavík, á Austurvølli við Altingið, er standmynd reist av Jón Sigurðsson.
Ísland er heimsins fimtastørsta oyggj og heimsins norðasta tjóðveldi. Ísland er háslætti á Norðuratlantshavsryggi. Norskir niðursetumenn nomu Ísland um somu tíð sum Føroyar.
Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum og seinni undir donskum ræði, men í 1944 var tjóðveldið Ísland stovnsett.
Í Íslandi búgva umleið 350.000 fólk.
Í sambandi við at tað er íslendskur tjóðardagur, flagga býbussarnir í Havnini við íslendska flagginum.
Klokkan 17 í dag verður Tjóðardagur íslendinga hátíðarhildin við tónleiki, talum og øðrum í Norðurlandahúsinum.











