Íslendskur styrkur til HB-verjuna

HB kundi í gjárkvøldið boða frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 23 ára gamla Þorð Steinar Hreiðarsson

Fótbóltur

Þordur hevur í fýra ár spælt við Þrótti í Reykjavík, men eftir at felagið í fjør flutti niður, hevur hann havt hug til at royna aðrar leiðir.
Á heimasíðuni skrivar HB, at talan er um spælara, sum kann røkja øll pláss í verjupartinum, men lítil ivi er tó um, at tað fyrst og fremst er sum miðverji, at HB hevur ætlanir um at brúka spælaran.
Her hevði Hans á Lag leiklutin sum stýrimaður í fjør, men tað tykist vist, at veteranurin nú hevur takkað fyri seg, og tí verður neyðugt við einum sterkum miðverja at seta í hansara stað.