Herfyri var Finnbogi Arge, landstýrismaður í vinnumálum, á vitjan í Íslandi, har hann var gestur hjá Halldóri Bløndall. Nú er íslendski ráðharrin so komin hendan vegin á óalmenna vitjan sum gestur hjá Finnboga Arge.
Fimm fólk í fylgi
Íslendski ráðharrin er ikki einsamallur í fylgi. Við sær hevur hann konuna, borgarstjóran á Akureyri og konu, umframt formannin í íslendska ferðaráðnum, Birgir Torgilsson, sum er væl kendur her á landi.
Tey fimm fólkini komu til landið í gjár, og vitjanin hjá teimum byrjaði við, at tey vóru inni á gólvinum hjá Atlantic Airways og hittu Magna Arge, stjóra. Síðani var farið við tyrluni til Havnar, har tey stutt fyri nátturða skuldu vitja í løgtinginum, har løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson skuldi greiða teimum frá um Føroya Løgting, áðrenn farið var til borðs niðri á Hotel Hafnia.
Úr Klaksvík til Skúvoyar
Tíðliga í dag gongur leiðin hjá íslendska fylginum norður til Fuglafjarðar, har tey skulu á vitjan hjá størsta arbeiðsplássinum á staðnum, Havsbrún, har Bergur Poulsen, stjóri, skuldi vísa teimum runt og greiða frá.
Úr Fuglafirði gongur leiðin til Klaksvík, har íslendingarnir eru gestir hjá Jógvani við Keldu, býráðsformanni, sum eisini er vertur við eitt lætt máltíð.
Um veðrið er til vildar, fer íslendska fylgi við tyrlu úr Klaksvík til Skúvoyar, har Sjúrður Poulsen fer at vísa teimum runt og greiða frá.
Leygardagin fara íslendsku gestirnir til Kirkjubøar, har tey eru boðin til eitt stórt morgunmatarborð hjá Páll bónda og Sólvá. Meðan tey eru í Kirkjubø, verður eisini farið inn á gólvið hjá Tróndi Paturssyni, listamanni.
Tá ið fylgi kemur aftur til Havnar leygardagin, fer menningarstjórin, Kjartan Kristiansen, at vísa teimum runt í Tórshavnar Kommunu. Seinni um kvøldið er íslendski ráðharrin vertur við ein døgurða fyri innbodnum á Hotel Føroyum.
Íslendsku gestirnir fara av landinum aftur sunnudagin, men á veg vestur í Vágar, verður vitjað á Hvalastøðini við Áir, áðrenn farið verður til morgunmatar hjá Katrinu Svarthamar á Skælingi.