B36 hevur kanska ein nýggjan málverja í málinum, tá liðið spælir móti B68 komandi vikuskifti.
28 ára gamli íslendarin, Baldur Bragason, er komin til Føroya, og hann skal royndarvenja við B36 næstu vikuna.
B36 hevur leitað eftir nýggjum málverja, eftir at Egin Høgnesen, sum vardi málið í fjør, er givin at spæla.
Tað var upp á tal, at ein málverji úr Grindavík skuldi royna seg í B36, men hetta varð av ongum.
Aðrir málverjar hava eisini víst áhuga fyri B36, men nú verður tað Baldur Bragason, sum skal vísa, hvat hann dugir til.
Hugaðir fyri samstarvi
Eingin avtala er gjørd millum B36 og Baldur, men royndarvenjingin skal vísa, um partarnir eru sinnaðir at gera eina avtalu. At Baldur er komin til Føroya er sjálvandi greið ábending um, at báðir partar hava hava hug til samstarv.
Vanligt er, at royndarvenjing eisini hevur við sær ein dyst, og tí er møguleiki fyri, at Baldur stendur í málinum, tá B36 spælir móti B68 um vikuskiftið, men eingin avgerð er tikin um tað enn.
Sunnudagin stóð Jens Martin Knudsen í málinum hjá B36, men tað var bert til tann eina dystin. Tróndur Vatnhamar, sum hevur vart málið seinastu dystirnar, var burturstaddur við einum ungdómslandsliði í hondbólti, og tá Jens Martin var heima í páskafrí, tók hann yvir.