Ísland hevði annars verið framman fyri Eysturríki stóran part av dystinum, og móti dystarenda tóktist alt vera heilt víst.
Bara 60 sekund fyri leiklok vísti talvan nevnliga 34-37, men so gekk alt galið hjá Íslandi, sum eisini misti trygga leiðslu í dystinum móti Serbia í fyrradagin.
Tvær ferðir mistu íslendingar bóltin í álopsspælinum og eina ferð bjargaði eysturríkski málverjin, og so stóð altso 37-37 á talvuni, tá dysturin var lokin.
Eysturríkar fegnaðust, sum høvdu teir vunnið EM, meðan íslendingar púra lamslignir máttu staðfesta, at liðið enn einaferð hevði spilt sær gyltan møguleika.
Nú er støðan tann, at íslendingar mest sannlíkt skulu vinna á Danmark í seinasta dystinum, um teir ætla sær víðari úr bólkaspælinum.
Ísland-Eysturríki 37-37 (20-17)










