Íslendsku virðini minkað niður í ein fjórðing

Afturgongdin var 76 prosent, tá ið íslendski keypsskálin lat upp aftur í morgun, eftir at hann hevur verið stongdur síðani hósdagin í síðstu viku Útboðið var væl størri enn eftirspurningurin, tá ið íslendski keypsskálin lat dyrnar uppaftur í morgun, eftir at hann hevur verið afturlatin síðani hósdagin.

Virðini minkaðu við 76 prosentum. Hóast keypsskálin lat upp í morgun, so ber tað framvegis ikki til at keypa og selja partabrøv í trimum teimum størstu bankunum. Tað almenna hevur yvirtikið Glitnir, Landsbankan og Kaupthing, og umframt í hesum trimum bankunum ber ikki til at handla partabrøv í Spron, Exista og Straumur-Burdaras.

Meðan lækkingin hevur verið stór í Reykjavík, so hevur talan verið um hækkingar í hinum norðurlendsku keypsskálunum. Í Oslo hevur hækkingin verið 10,28 %, í Keypmannahavn 7,33 %, í Helsinki 5,19 % og í Stokhólmi hevur hækkingin í morgun verið 5,51%.