Íslendsku Úlfur Úlfur eru spentir til í kvøld

Rappararnir, sum endiliga sleppa at spæla á G!, gleða seg. Festivalgestirnir kunnu forvænta “heitan eld og sprongkvæma orku” til konsertina í kvøld.

Mennirnir, sum enda hóskvøldið á G!, eru íslendsku Úlfur Úlfur. Navnið hjá teimum kann lætt umsetast til føroyskt: “Úlvur Úlvur”, og teir teljast millum størstu rapparar í Íslandi í løtuni.

 

In.fo hevur fingið orðið á teir, og teir eru klárir til at vísa Føroyum, hvat íslendskt rapp er. Arnar Freyr Frostason og Helgi Sæmundur Guðmundsson eru nøvnini á høvuðsmonnunum, ið manna rapp-duoina.

 

Teir siga, at G! gestirnir kunnu forvænta “hot fire og explosive energy” til konsertina í kvøld.

 

- Eg gleði meg ekstremt til showið í kvøld. Festivalurin er nógv størri, enn eg helt. Eg hevði onga hóming av, hvussu stórt hetta var, og eg visti ikki, at G! hevði tríggjar senur. Eingin spælir samstundis sum vit, so eg eri ordiliga optimistiskur, sigur Helgi Guðmundsson.

 

Limirnir úr Úlfur Úlfur hava kent til G! festivalin í fleiri ár, og hava leingi havt áhuga í at spælt her. Teir samanbera G! við stóra íslendska festivalin, Iceland Airwaves, har teir hava spælt, so teir vildu eisini royna G! festivalin.

 

- Eg eri ræðuliga, ræðuliga spentur til í kvøld. Í 2011-12 høvdu vit ongan manager, og tá royndi eg at kontakta G! Festivalin, men tey svaraðu ongantíð. So hetta er sum ein dreymur, sum er blivin til veruleika, sigur Arnar Freyr.

 

Íslendskt og føroyskt mál er rættiliga líkt, og summir føroyingar kunnu skilja okkurt íslendskt á skrift. Men tá tað verður rappað á íslendskum, er tað eitt sindur verri. Hvat rappa Úlfur Úlfur yvirhøvur um?

 

- Tað er um gerandisting í Íslandi. Eg eri vísur í, at um tit føroyingar lurta eftir okkara tekstum spakuliga, so kunnu tit relatera til tað, vit siga. Eg gangi út frá, at tað at búgva í Íslandi og Føroyum er nøkunlunda tað sama, so føroyingar kunnu saktans kenna seg aftur í okkara tekstum, siga teir báðir.

 

Úlfur Úlfur fara á pallin klokkan 01:20 á Spæliplássinum.