Íslendsku bankarnir tiknir av børsinum

Seks íslendskir bankar vórðu tiknir av virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík í morgun Talan er um Kaupthing, Glitnir, Landisbanka Íslands, Straumur-Burðarás Investment Bank, Exista og Sparisjóður Reykjavikur og Nágrennis.

Tá marknaðurin í Reykjavík lat upp í morgun, fullu partabrøvini 1,5 prosent, men sum nevnt vóru bankapartabrøvini ikki við í handlinum.

Millum partabrøvini, sum fullu í Reykjavík í morgun, vóru partabrøvini í Føroya Banka, sum fullu 5,4 prosent.

Stjórnin fundaðist um vikuskiftið um støðuna, og í gjárkvøldið segði geir H. Haarde, forsætisráðharri, er tað er ikki tørvur á nøkrum hjálparpakka longur.