Sunnudagin 12. juni kl. 17 fara Kór Stærra Árskógskirkju and Kór Hríseyjarkirkju úr Íslandi, at hava konsert í Mentanarhúsinum.
Kór Stærra Árskógskirkju og Kór Hríseyjarkirkju hava arbeitt saman í eina tíð og hava framfört saman til nógvar konsertir á nógvum ymiskum plássum.
Tíðliga í vár avgjördu tey at fara á konsertferð í Föroyum, har Mentanarhúsið var teirra stórsta ynski at framföra.
Arnór Brynjar Vilbergsson stjórnar kórinum. Hann hevur stjórnað Kór Stærra Árskógskirkju síðani 1999 og Kór Hríseyjarkirkju síðani 2001. Hann er somuleiðis urguleikari í hesum báðum kirkjum.
Urguleikarin á hesi ferðini er Kolbrún Jónsdóttir frá Hrísey.
Skráin hjá kórinum til konsertirnar er íslendskur fólkasangur, kristiligur sangur og filmssangur.
Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 80 kr.










