Tann 1. november 1979 tilnevndi íslendski forsetin Kristjan Eldjarn bókaforlagsstjóran Emil Thomsen til stórriddara av íslendska falkaordaninum. Emil Thomsen fekk hetta heiðursmerki í sambandi við tað arbeiði, hann hevur gjørt fyri norðurlendskt bóka- og mentanarsamarbeiði.
Stórriddarakrossurin av íslendska falkaordabinum er tað næsthægsta heiðursteknið í falkaordaninum.
Kelda: Sosialurin 7. november 1979