Íslendskir fiskimenn fiska tvífalt so nógv sum teir norsku

Veiðivirðið hjá íslendskum fiskimanni er eisini 35% størri enn hjá einum norskum fiskimanni

Noreg/Ísland

Ein íslendskur fiskimaður fiskar í miðal tvífalt so nógv, sum ein fiskimaður í Noregi. Veiðivirðið av tí, sum íslendski fiskimaðurin fiskar, er í miðal eisini 35% størri, enn hjá einum norskum fiskimanni.
Tað er íslendska fiskivinnublaðið, Fiskifréttir, sum hevur kannað hesi viðurskifti og er komið til hesa niðurstøðu.
Norsku fiskimenninir eru 14.000 í tali; teir íslendsku eru 6.000.
Miðal veiðivirðið hjá einum norskum fiskimanni í fjør var 780.000 norskar krónur. Tølini eru úr norska fiskivinnublaðnum, Fiskaren. Sambært íslendska blaðnum er miðal veiðivirðið hjá einum íslendskum fiskimanni 1,1 miljónir norskar krónur.
Veiðan hjá einum norskum fiskimanni í 2001 var í miðal 192 tons; í Íslandi sama ár var talið 331 tons.

Samansetingin

Íslendskir serfrøðingar á økinum halda, at tann stóri munurin kemst av, at Noreg hevur ein stóran útróðrarflota, sum gevur nógvum monnum arbeiði.
Strongu reglurnar um samanlegging av kvotum gera, at talið av skipum og bátum í Noregi er so stórt.