Íslendski toskastovnurin í menning

Kanningar hjá íslendsku fiskifrøðingunum vísa, at toskastovnurin er í menning Sambært fjølmiðlunum er kanningarúrslitið munandi betri enn úrslitið seinasta heyst og tað besta av heystkanningum í meiri enn tíggju ár.

-Mátingarnar geva jaligar ábendingar um, at tað gongur tann rætta vegin við at menna toskastovnin., og at tey tiltøk, sum vórðu sett í verk í fjør, hava givið úrslit, sigur Havrannsóknarstovnurin í Reykjavík.

Havrannsóknarstovnurin brúkti tvey rannsóknarskip til kanningarnar, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum frá 26. september til 3. november.