Íslendski stoltleikin er føroyskur

Leygardagin var longu nú víðagitna bygningsverkið, Harpan, alment tikin í nýtslu. Harpan er eitt risa konsert- og opreahús, ið upprunaliga var ein partur av einari størri bygningsætlan, sum orsakað av búskaparliga kollapsinum í Íslandi varð skorin niður til bert at umfata Harpuna í fyrsta umfari. Og tað er gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen, ið hevur verið leiðandi arkitektur í verkætlanini frá byrjan til enda

Tað byrjaði longu so smátt í 2004. Tá skrivaði íslendska stjórin út eina arkitektakapping, sum skuldi umfata eitt stórt øki, har fleiri ymiskir bygningar skuldu byggjast.
Talan var at byrja við um Harpuna, men eisini Hotell, íbúðarbygningar, bankamiðstøð, handlar og ein leiklistaskúla.
Ósbjørn Jacobsen var tá farin at starvast hjá kenda danska arkitektafelagnum, Henning Larsen, ið varð stovnað í 1950’unum, og sum hevði teknað fleiri kend bygningsverk.
- Eg varð so spurdur, um eg hevði hug at standa á odda fyri hesum kappingarumfarinum, og tá eg hevði royndir innan arkitektakappingar, og hetta ljóðaði sum ein ógvuliga spennandi verkætlan, fór eg – einsamallur – til Íslands í augusgt 2004 til almenna kunning um verkætlanina, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Arkitektafyritøkan Henning Larsen varð stovnað av mannium, ið gevur fyritøkuni navn, og helt fyrr til í kendu gøtuni Vimmelskaftet, ein bústaður, sum er vælkndur frá spælinum, sum á donskum eitur Matador.
Í dag heldur fyritøkan til á Vesterbrogade í Keypmannahavn, og telur eini 170 starvsfólk.

Í trimum stigum
Arkitektakappingin fór fram í trimum stigum, public, private og partnering.
- Tað var soleiðis, at vit í hvørjum stigi arbeiddu út frá tí feed-back, sum vit fingu. Í hesum førinum var tað gjørt á henda hátt í trimum stigum, so tú hevur møguleika at tillaga verkætlanina eftir teimum ynskjum, ið komu fram gjøgnum tilgongdina. Í øðrum førum verður alt gjørt undir einum, og tú leggur fram eina endaliga verkætlan, og so má tað røkka ella støkka, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Í hesari verkætlanini var almenningurin tikin við, saman við tí almenna.
- Tað gekk eitt snøgt ár frá tí, at eg var í Íslandi til kunnandi fund, til endaliga verkætlanin varð latin inn. Hetta var í august 2005, og vit fingu rættiliga skjótt at vita, at vit høvdu vunnið kappingina, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Sum nevnt skuldi verkætlanin verða munandi meiri umfatandi, enn hon stendur í dag. Tí umframt konsert- og operahúsið skuldi eisini byggjast hotel, íbúðir, handilshølir í stovuhæddini, ein listaskúli, og so skuldu byggjast 2000 parkeringspláss undir jørð.
Men íslendska búskaparkreppan steðgaði hesum, so tað í fyrsta umfari bert er talan um konsert- og operahúsið, ið verður bygt.

Tvey ára fyrireiking
Í august 2005, tá tað stóð greitt, at Henning Larsen Architects, sum fyritøkan eitur nú, fekk arbeiðið at tekna bygningskompleksið, var av álvara farið undir at tekna.
- Tað vórðu settir yvir 30 arkitektar á arbeiðið, og samstundis fóru vit í eitt samstarv við eina íslendska arkitektafyritøku, ið nevnist Battaríið. Teir sendu seks fólk til Danmarkar, sum eisini vóru við í arbeiðinum at tekna bygningskompleksið, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Ikki óvætnað bleiv gøtumaðurin, ið hevði verið við í arbeiðinum frá byrjan, settur sum byggilistarligur leiðari fyri verkætlanini.
Tá arbeiðið soleiðis so spakuliga var byrjað, fóru íslendsku byggiharrarnir at fyrireika byggingina, og tíðliga í 2006 varð farið undir jørðarbeiðið.
- Arbeiðið við at gera byggitekningarnar byrjaði samstundis fyrst í 2006 og helt fram heilt fram til endan av 2007. Detailprojektið skuldi latast fyrst í 2008, tá eisini var klárt at fara undir sjálva byggingina av økinum, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Tað gekk enn av tí allarbesta í íslendska búskapinum, og eingin dugdi at spáa um tað skrædl, sum skuldi raka landið bert fáar mánaðir seinni.

Stuttur steðgur
Tíðliga í 2008 byrjaði so byggiarbeiðið upp á Harpuna av álvara. Tað gekk sera væl í hond heilt fram til oktober mánað sama árið.
- So hendi jú tað, at íslendski Landsbankin (ikki at blanda við Tjóðbankan) fór av knóranum 6. oktober, og tað var júst hesin bankin, ið veitti høvuðsfíggingina til verkætlanina. Hetta ávirkaði sjálvandi støðuna, men arbeiðið steðgaði ongantíð av hesi orsøk kortini, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Sum nakað heilt óvanligt helt gøtumaðurin fram sum byggilistarligur leiðari.
- Tað vanliga er, at ein hevur høvuðsábyrgdina av verkætlanini í byrjanini, men at ein annar so tekur yvir, og at kanska ein triði so tekur um endan. Eg havi verið byggilistarligur leiðari allan vegin, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Hann var einsamallur á verkætlanini at byrja við, og hann var einsamallur, nú seinasta hondin varð løgd á prýðiliga bygningsverkið.
- Ísland steðgaði heilt upp yvir eitt vikuskifti, men hóast hetta ávirkaði tað ikki arbeiðið við Harpuni, sum helt ótarnað fram. Íslendska búskaparkreppan rakti tó samlaðu verkætlanina við tað at alt uttan sjálvur konsert- og operabygningurin varð sett á stand-by, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Óvissan í íslendska fíggjarheiminum var tó so mikið stór, at arbeiðstakarin sjálvur valdi at senda arbeiðsfólkið til hús, tá farið var í jólafrí í 2008.
- Hetta gjørdist tó til ein stuttan steðg, tí longu í februar varð arbeiðið tikið upp aftur, og hevur so hildið fram heilt til nú, bygningurin stendur liðugur, sigur Ósbjørn Jacobsen.

Listin við frá byrjan
Eitt, sum eyðkennir Harpuna fram um nógvar aðrar listarligar bygningar, er, at longu frá byrjan av varð støða tikin til, at taka upp samstarv við listamann um at prýða bygningin.
- Valið fall á íslendingin, Ólavur Elíasson, sum er føddur og uppvaksin í Danmark, men er av íslendskum uppruna. Hann er uttan iva kendasti íslendski listamaðurin í dag, og íslendingar leggja stóran dent á, at Harpan er prýdd av einum íslendingi, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Hann hevur sum nevnt verið við heilt frá byrjan, og alt prýði, sum í dag eyðkennir bygningsverkið, er skapt í einum samstarvi millum fyrst og fremst Ósbjørn Jacobsen sum byggilistarligan leiðara og Ólavur Elíasson sum listamann.
- Hetta er eisini galdandi fyri sermerktu glasfasaduna, ið er skapt í samstarvi millum okkara arkitektalið og Ólavur Alíasson, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Hann metir, at talan kanska er um eindømi um samstarv millum arkitekt og listafólk.
- Nógvastaðni sær tú, at tá bygningsverkið er liðugt, verður eitt listafólk kalla inn, og so verða nøkur listaverk klamsað upp á veggin, og tað er so tað. Her hevur listamaðurin verið við frá byrjan, og tað haldi eg sæst aftur, sigur Ósbjørn Jacobsen.

Stoltur og spentur
Nú Harpan alment var tikin í nýtslu seinasta leygardag, er talan um eitt prýðiligt bygningsverk, og tað fer ikki óansað aftur við borðinum.
- Hetta er størsta verkætlan, har eg havi havt byggilistarligu ábyrgdina frá byrjan til enda, og tað er við ikki sørt av stoltleika, at eg í dag kann skoða lidna verkið. Eg eri eisini spentur upp á, hvussu tað um nøkur ár fer at taka seg út, og serliga spennandi verður at síggja, hvussu leiðslan í Harpuni fer at megna at profilera húsið, tí tað verður avgerandi fyri, hvussu fólk fara at taka ímóti Harpuni, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at higartil hava ummælarar bert havt rósandi orð um arkitekturin, og um funktionalitetin av húsinum.
- Tað var eisini imponerandi at síggja upp til túsund arbeiðarar stríðast fyri at leggja seinastu hondina á verkið. Almenna handanin er útsett einar tríggjar ferðir, og tað eru kanska onkrir gólvlistar eftir at seta upp, nú Harpan alment varð tikin í nýtslu, men eg haldi eg kann siga, at eg eri væl nøgdur við verkið, sum nú er latið úr hondum, sigur Ósbjørn Jacobsen, ið hevur verið byggilistarligur leiðari í verkætlanini Harpan frá fyrsta degi heilt fram til handanina 20. august 2011.