Íslendski sildastovnurin hóttur av sjúku

Mett verður at upp til 70% av íslendska sildastovninum, kann vera smittaður við einum sníki, sum situr innanfyri skræðuna á sildini.

Íslendingar bera ótta fyri, at sildastovnurin er álvarsliga hóttur av sjúkuni.

Tað er sníkjarin ?Ichthyphonus hoferi?, sum ger um seg í íslendska sildastovninum. Fyrr í heyst varð mett at 40% av sildastovninum var smittaður, men sambært Inter Seafood.com verður nú mett, at 70% av stovninum er smittað.

Livialdurin á smittaðari sild broytist nógv, tá sildin hevur fingið sjúkuna. Ein stórur partur av sildini doyr av smittuni, sum smittar gjøgnum føðina. Tað ger, at íslendingar eru bangnir fyri, at sildastovnurin skal fara fyri bakka.

Sjúkan er ikki vandamikil fyri fólk, men íslendsku mynduleikarnir loyva ikki at fiskurin fer til mannaføði. Tí fer nógv góð sild í kvørnina og verður gjørd til mjøl og olju.

Íslendingar hava eina sildakvotu uppá 150-túsund tons. Teir høvdu fiska helmingin av kvotuni, áðrenn rakt varð við sjúkuna. Av tí at sildin ikki verður fryst til matna, men verður gjørd til mjøl og olju, missa íslendskir fiskimenn nógvan pening.

Sambært Fiskirannsóknarstovuni var Norðhavsstovnurin, sum er sami stovnur, raktur av sjúkuni um aldarskiftið, men kom stovnurin tá hampuliga væl frá sjúkuni.