Íslendski ringvegurin kvettur av

Eitt lop undan Mýrdalsjøkli á Suðurlandinum kvetti íslendska landsvegin ella ringvegin av, tí lopið tók brúnna um ánna Múlakvísl við sær. Áin er millum bygdirnar Vík í Mýrdali og Kirkjubæarklaustur. So nógv vatni er í ánni, at myndugleikarnir bera ótta fyri, at vatnið fer eisini at kvetta elveitingina.

Nú ringvegurin er kvettur av, hava myndugleikarnir skipað fyri eyka flúgving millum Reykjavík og Høfn í Hornafirði.

Jarðfrøðingar flugu í morgun uppi yvir Mýrdalsjøkli. Teir siga, at tað nógva vatnið kann vera komið av einum lítlum eldgosi undir jøklinum í nátt. Men nú er einki gos ella tekin um tað at síggja, siga teir.