Íslendski landsliðsvenjarin kemur til Føroya

Síðst í August kemur íslendski landsliðsvenjarin, Heimir Hallgrimsson, til Føroya at leggja føroyskum venjarum lag á í samband við teirra venjaraútbúgving.

Ísland hevur júst bergtikið alt fótbóltsevropa. Tað eydnaðist grannatjóð okkara fyri vestan at spæla seg allan vegin í fjórðingsfinaluna, har stórtjóðir sum Eysturríki og Ongland blivu bastar á vegnum. Íslendska fótbóltsævintýrið endaði mánakvøldið, tá ið fronsku vertirnir vunnu 5-2 ímóti Íslandi.

 

Eitt serstakt eyðkenni við íslendska landsliðnum hevur verið, at tveir venjarar við eins høgari tign hava stýrt liðnum frá síðulinjuni. Teir eru svenski Lars Lagerbäck, sum eisini var landsliðsvenjari hjá Svøríki í mong ár, og íslendski Heimir Hallgrimsson, ið afturat landsliðsvenjarastarvinum arbeiðir hálva tíð sum tannlækni.

 

Vit eru sein úti við tíðindunum, men fríggjadagin kunngjørdi fótbóltssambandið á heimasíðu sínari, at minst annar av hesum venjarum kemur til Føroya síðst í august.

 

Tað eru teir venjarar, ið taka ella hava hægstu venjaraútbúgvingina í Føroyum, A-útbúgvingina, sum fáa heiðurin av at taka lut í skeiði, har Heimir Hallgrimsson, og møguliga Lars Lagerbäck við, fara at leiðbeina í evnunum taktisk venjing, dysturin og rák í fótbólti.

 

Skeiðið verður hildið mikudagin 24. august og hósdagin 25. august. 

 

Tá ið íslendska landsliðið fer undir undankappingina til HM-endaspælið í Russlandi í 2018 verður tað tó bert Heimir Hallgrimsson, ið fer at stýra frá bonkinum. Lars Lagerbäck boðaði frá eftir EM-endaspælið, at hann steðgar sum landsliðsvenjari hjá Íslandi.