Næstan 60 prosent av teimum íslendsku ídnaðarfyritøkunum eru ímóti, at Ísland skal fara upp í Evropasamveldið, og mótstøðan ímóti at brúka evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri íslendsku krónuna er líka stór.
Íslendski ídnaðurin hevur verið rættiliga jaligur um ES-limaskap, men Morgunblaðið skrivar, at mótstøðan hevur verið veksandi og hevur ongantíð verið so stór sum nú. Í einari nýggjari kanning hjá ídnaðarfelagnum siga 58,7 prosent av limunum, at teir eru ímóti ES-limaskapi. Bara 27,4 prosent eru fyri. Í einari tilsvarandi kanning fyri fimm árum síðani vóru 43,4 prosent ímóti ES-limaskapi og 39,4 prosent fyri.
Ídnaðarfelagið spurdi eisini limirnar, sum stjórnin eigur at halda fram við samráðingunum við ES um treytirnar fyri limaskapi. Her svaraðu 44 prosent ja og 43,5 prosent nei. Hini høvdu onga støðu til spurningin.