Veiðivirðið hjá tí íslendska fiskislotanum fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár var nógv størri enn í somu mánaðum í fjør. Frá 1. januar til 30. apríl í ár veiddu skipini fyri 58,5 milliardir íslendskar krónur samanborið við 46,6 milliardir í sama tíðarskeiði í 2011. Vøksturin er 25,5 prosent.
Hagstovan í Reykjavík, sum hevur gjørt tølini upp, sigur, at veiðivirðið á botnfiskinum var 36,6 milliardir krónur fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, og at tað var 19,3 prosent meiri enn í somu mánaðum í fjør. Toskurin átti eina góða helvt av botnfiskavirðinum, 19,8 milliardir, og tað var 15,8 prosent meiri enn í fjør.
Veiðivirðið hjá uppsjóvarflotanum vaks eisini nógv. Frá januar til apríl í ár var tað 16,2 milliardir krónur, sum var heili 48,2 prosent meiri enn í hesum tíðarskeiðinum í 2011. Høvuðsorsøkin er, at skipini veiddu nógv meiri lodnu tann fyrsta partin av hesum árinum enn somu tíð í fjør.
Tølini hjá íslendsku hagstovuni vísa eisini, at fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár fluttu íslendingar óvirkaðan fisk fyri 2,1 milliardir krónur av landinum, og at tað var góð sjey prosent meiri enn somu mánaðir í fjør.










