Íslendska umsóknin send víðari

Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum gjørdu í dag av at senda ES-nevndini íslendsku umsóknina um limaskap Tað næsta, sum hendir í málinum, er, at deildin, sum umsitur umsóknir frá londum um limaskap, fer at kanna ta íslendsku umsóknina, og um Ísland lýkur allar treytir fyri limaskapi.

Tann endaliga frágreiðingin verður so løgd fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar í samveldinum. Nær tað verður, er ikki greitt, men íslendska stjórnin hevur sagt seg vóna, at tað verður í desember.

Svøríki hevur í løtuni formansskapin í ES, og svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, segði í morgun, at tann íslendska umsóknin kann fáa skjótari viðgerð enn ymsar aðrar umsóknir. Onnur hava hinvegin sagt, at íslendska umsóknin fær somu viðgerð sum umsóknir úr øðrum londum.