Íslendingar halda ikki nógv av stjórnini hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra. Ein meiningakanning, sum Stöð 2 og Fréttablaðið gjørdu fyrradagin, vísir, at bara 26 prosent av teimum spurdu styðja stjórnina. 74 prosent styðja hana ikki.
Í einari tilsvarandi kanning fyri fimm mánaðum síðani søgdu 43 prosent, at tey styðjaðu stjórnina.
Bara helmingurin av teimum spurdu vildu siga, hvønn flokk tey høvdu valt, um altingsval hevði verið nú. Hini høvdu ikki tikið støðu ella vildu ikki svara. Av teimum, sum høvdu tikið støðu, svaraðu 50 prosent, at tey høvdu vald Sjálfstæðisflokkin, og 23 prosent søgdu, at tey høvdu valt Samfylkingina, um val hevði verið nú.