Skrædlið hjá Framsóknarflokkinum ber við sær, at stjórnin hevur mist meirilutan í Altinginum, hóast Sjálvstaðisflokkurin hevur vunnið ein sess afturat Alt bendir í kvøld á, at tað verður stjórnarskifti í Íslandi. Tá ið 46,8 prosent av atkvøðunum vóru upptaldar vístu tølini, at stjórnin tilsaman hevði mist fýra tingmenn. Harvið hevur samgongan millum Sjálvstaðisflokkin og Framsóknarflokkin 30 av 63 limum í Altinginum aftanfyri seg. Tí verður í kvøld roknað við í Reykjavík, at tað verður stjórnarskifti.
Ein møguleiki verður hildin vera, at Samfylkingin fer í stjórn saman við Sjálvstaðisflokkinum. Hesir báðir flokkar vóru í stjórn saman inntil fyri tólv árum síðani, tá ið Sjálvstaðisflokkurin og Framsóknarflokkurin fóru í samstarv, sum hevur hildið inntil í dag.
Sjálvstaðisflokkurin hjá Geir H. Haarde forsætismálaráðharra hevur staðið seg væl. Tað sær út til, at flokkurin vinnur ein tingmann afturat og í nýggja tinginum fer at eiga 23 tingmenn.
Framsóknarflokkurin hjá Jón Sigurðsson er stóri taparin. Í nýggja tinginum fer flokkurin at eiga sjey umboð. Seinastu fýra árini hevur flokkurin átt tólv umboð í Altinginum.
Serliga í Reykjavík hevur flokkurin staðið seg út av lagi illa. Floksformaðurin hevur mist sín umdømisvalda sess. Eina løtu tóktist hann als ikki at fara at verða afturvaldur, men nú verður sagt, at lítil møguleiki er fyri, at hann verður eykavaldur.
Samfylkingin ella Javnaðarflokkurin heldur tørn og varðveitir sínar 20 tingmenn. Hetta siga tey í flokkinum seg vera ógvuliga væl nøgd við. Veljarakanningar hava inntil fyri stuttum sagt, at flokkurin fór at tapa stórt.
Stóri vinnarin er Vinstru-grønu, sum undan valinum áttu 5 tingmenn og nú fara at eiga 9 umboð. Frælslynti flokkurin fær fýra umboð, sum er sama umboðan, sum flokkurin higartil hevur havt.
81,1 % av íslendsku veljarunum hava verið á vali.