Íslendska stjórnin hevur nú orðað uppskotið, sum hon fer at leggja fyri Altingið um at tingast við ES um limaskap í samveldinum
Uppskotið bleiv í dag almannakunngjørt á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum í Reykjavík. Frammanundan hevði stjórnin kunnað umboð fyri flokkarnar í Altinginum um innihaldið.
Í uppskotinum stendur stutt, at Altingið samtykkir, at ríkisstjórnin søkir um limaskap í Evropasamveldinum, og at úrslitið verður lagt út til fólkaatkvøðu aftaná.
Saman við uppskotinum er fylgiskjal, har tað millum annað verður staðfest, at íslendska fólkiið fær ta endaligu avgerðina at vraka ella at samtykkja sáttmála um limaskap í ES, tá hann er tøkur. Uppskot um umsókn og uppskot fólkaatkvøðu verða løgd fyri Altingið samstundis í vársetuni, stendur at enda í fylgiskjalinum.