Í Íslandi hevur Øssur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharri, nú mannað samráðingarnevndina, sum skal samráðast við Evropasaveldið um treytirnar fyri íslendskum limaskapi har. Samráðingarleiðari verður Stefán Haukur Jóhannesson, sendiharri, sum mannar nevndina saman við sjey øðrum nevndarlimum umframt formonnunum í tíggju undirnevndum.
Á odda fyri tí løgfrøðiliga partinum standa Björg Thorarensen, leiðari á løgfrøðideildini á Háskóla Íslands, og Þorsteinn Gunnarsson, fyrrverandi rektari á Háskólanum á Akureyri.