At Nyrup royndi at fara upp á tjólegg og vísa danska fólkinum, at hann eisini var ein danskur imperialistur, var einki annað enn ein og hvør kundi rokna við.
Tað stuttliga er, at hann so skjótt datt niður á langlegg, og segði at hann vildi ganga við til at Føroyar gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki, men hvat kundi hann annars gera? Hann hevur jú ferð eftir ferð sagt, at hann er ímóti imperialismu bæði í Suðurafrika og Baltalondum, At hann helt fast við danska yvirræði í Føroyum var bert av tí at hann lýðin fylgdi tí meiriluta, sum myndaði stýrið í hesum oyggjum. Ynsktu føroyingar at gerast eitt sjálvstøðugt ríki, so vildi hann, sum ein góður antiimperialistur, ganga hesum ynski á møti.
Føroyingar hava alla orsøk til at rokna við, at vit tí peningaligu uppgerðini viðvíkjandi fáa somu loysn sum Ísland fekk í 1918. Fáa vit ikki tað, so verður mismunur gjørdur ímóti okkum, og so hava vit alla orsøk til at vera misnøgd.
Tann íslendska loysnin gongur í fíggjarmálum út uppá, at roknað verður út hvussu stórar tær árligu veitingarnar frá Danmark eru. Síðan verður sagt, at tað ber ikki til, at eitt frælst ríki fær stuðul frá einum øðrum frælsum ríki, men hin vegin er tað ósømuligt, at tað skal kunna roknast út, hvussu nógv Danmark sparir á síni fíggjarlóg árliga av tí at Føroyar nú hava fingið frælsi. Fyri at sleppa undan hesum verður settur á stovn ein grunnur, sum er so stórur, at renturnar av honum svara til tær árligu veitingarnar frá Danmark. Hesin grunnur verður lagdur í tvær deildir. Onnur helvtin av hesum grunni verður løgd til Danmark, har hann skal verða nýttur til at fremja góða samvinnu millum Danmark og Føroyar. Hin helvtin verður løgd til føroyska fróðskaparsetrið, sum so fer at megna at menna føroyska samfelagið so tað fer at vera kappingarført við onnur ríki.
Hvussu stórur grunnurin skal vera, verður so avgjørt av, hvussu stórar árligu veitingarnar eru til Føroyar. Higartil hava vit roknað við, at tær eru 1300 milliónir, og av tí at rentan er um 5% skuldi grunnurin verið 26 milliardir krónur. Men nú er danska stjórnin komin til, at árliga upphæddin er 1900 milliónir krónur. Hetta merkir, at grunnurin skal vera uppá 38 milliardir krónur, og av teimum skulu 19 milliardir leggjast í Føroyum.
Hetta var tann loysn, sum Ísland fekk, og fáa vit minni, so er tað ikki tann íslendska loysnin vit fáa, og so verður mismunur gjørdur móti okkum, ella við einum fremmandum orði, so eru vit fyri diskriminatión.
Hetta kunnu vit á ongan hátt lata okkum lynda, og vil danska stjórnin ikki ganga við til eina slíka fíggjarliga loysn, so er eingin orsøk til at ganga við til tær bindingar, sum ein sáttmáli av tí íslendska slagnum leggur á okkum.
Sannleikin er nevnliga tann, at vit kunnu saktans tann dagin í dag gera ein sáttmála við Danmark um at vit gerast eitt frælst ríki sjálvt um vit ikki fáa so mikið sum eitt oyra frá teimum. Tann útrokning, sum búskaparráðið fekk gjørt, vísti, at hetta í allarversta føri bar við sær at livikorini versnaðu 20%. Hetta er ikki meir enn eitt og hvørt land kann rokna við nær sum helst, og hetta er nógv minni enn okkara livikor versnaðu tey árini fyrst í nittiárunum, tá vit vóru rakt av eini kreppu, og vit vóru saman við Danmark, sum skuldi hjálpt okkum, men í staðin skumpaði 9000 av okkara landsmonnum út av eggini (?Hjælp Danmark - fang en færing?). Tá versnaðu livikorini 40%!
Vit kunnu tí saktans vera íslendsku loysnina fyriuttan. Tá okkara sendinevnd kemur til Danmarkar við hesum uppskoti, so er tað eitt gott tilboð til donsku stjórnina, og kennir hon ikki sína vitjanartíð, so má hon um tað. Tað er ikki okkara problem.
Zakarias Wang
---









