Evropeisku loftferðslumyndugleikarnir hava kunngjørt, at øll flogferðsla í íslendskum loftrúmi er steðgað. Orsøkin er gosið við Grímsvøtn, sum nú sendir øsku 12 kilometrar upp í loft.
Fyribils er eingin vandi fyri, at øskan fer at órógva flogferðsluna um okkara leiðir, tí soleiðis sum ættin er, rekur øskuskýggið ímóti grønlendsku strondini, sigur Naviair við TV2.
Grímsvøtn, sum er undir Vatnajøkli, fór at goysa í gjár. Gosið kom ikki óvart á jarðfrøðingarnar, sum hava væntað eitt gos har í ár.
Fyri einum góðum ári síðani goysti Eyjafjallajökull, og tað gosið hevði stóra ávirkan á flogferðsluna.










