Nógv íslendsk vitjan er í Føroyum um ólavsøkuna, og tað merkist eisini í íslendska konsulátinum.
Opið hús verður í Aðalkonsuláti Íslands í Fútastovu ólavsøkuaftan, 28. juli klokkan 15-18.
Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, kemur inn á gólvið og kórið Lóuþrælar, sum hevur konsertir í Føroyum í hesum døgum, fer at framføra nakrar sangir.
Aðalkonsulát Íslands bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum at hyggja inn á gólvið og fáa okkurt lætt og leskiligt.









