Sambært kappingarskránni skal føroyinga-uppgerð verða í Pepsideildini farna mikukvøld, har liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnusi Egilssyni, Valur skuldi spæla móti liðnum hjá Gunnari Nielsen, FH.
Men dysturin var avlýstur orsaka av støðuni við Korona í Íslandi.
Valur hevur spælt níggju av 22 dystum í Pepsideildini, og FH hevur spælt átta dystir. Korona hevur ikki verið so umfatandi fyrr í summar, men nú er talið av smittaðum vaksið rættiliga nógv seinastu vikurnar, og tí er Pepsideildin fyribils steðgað saman við øðrum kappingum í Íslandi.
Formaðurin í íslendska fótbóltssambandinum, Guðni Bergsson sigur í samrøðu við Morgunblaðið, at tað er møguligt at strekkja kappingina heilt til 1. desember í ár. Tey í fótbóltssambandinum vilja gera nógv fyri at fáa kappingarnar avgreiddar í ár.
Fyribils er Korona-steðgurin til 13. august, men íslendingar vóna, at kappingarnar í teimum ymisku mans- og kvinnudeildinum í fótbólti kunnu byrja aftur skjótt.
Upprunaliga ætlanin hjá KSÍ var, at Pepsideildin hjá kvinnunum skuldi verða liðug 17. oktober, og Pepsideildin hjá monnunum skuldi verða liðug 31. oktober.
Skuldi veðrið ikki spælt við seinast í oktober og í november hava íslendingar góðar innandura hallir, har tað ber til at avgreiða seinastu umførini í fótbóltskappingini.
HER ber til at hoyra Gunnar Nielsen í samrøðu við FM1 farna sunnudag greiða frá serligu støðuni fótbólturin í Íslandi er komin í.
Gunnar Nielsen greiðir m.a. frá, at um ein meistari skal staðfestast í Pepsideildini, so mugu minst tveir triðingar av kappingini, also minst 15 av 22 dystum verða spældir áðrenn ein meistari kann verða staðfestur