Tað var Ítróttarsosialurin, sum lat steyp til dystin millum íslendska 1. deildarliðið Leiftur og B36. Eftir dystin handaði Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum steypið til vinnandi liðið, men hann hevði eisini nøkur góð orð at bera gestunum úr Íslandi. Hann ynskti gestunum vælkomnum og fegnaðist um, at íslendingar eisini kundu brúka føroyskar spælarar á sínum liðum.
? Tí tað eru annars tykkum íslendingar, sum føroyingar í so mongum brúka sum fyrimynd. Tit hava altíð átt góðar hondbóltsspælarar, sum vit føroyingar hava sæð upp til. Tit hava átt megnar telvarar, sum somuleiðis hava verið ein góður íblástur hjá føroyskum telvarum, og tit eiga eitt frálíkt fótbóltslandslið, sum herfyri spældi javnt móti heimsmeistarunum úr Fraklandi og vann 1-0 á Russlandi.
Blaðstjórin á Sosialinum vísti eisini til, at tá talan var at vísa mentan og mentanarfólkum, tá var Ísland eisini fyrimynd hjá føroyingum, og nú tosað varð um at leggja á sjálvstýrisleið og fullveldisspurningurin var frammi, so vóru tað aftur íslendingar og Ísland, sum vóru fyrimyndin.
? Vónandi kemur tann dagur, tá eisini vit føroyingar kunnu vera fyrimyndin fyri íslendingar í nógv fleiri málum, segði Jan Müller og ynskti B36 tillukku við sigrinum.
Sigast má, at hóast íslendingar á so nógvum økjum eru fyrimyndir hjá føroyingum, so tapti Leiftur báðar dystirnar á Føroyaferðini, tann seinna stórt, so har var helst ikki so nógv at læra í so máta?