Íslnenska arbeiðsloysið í desember var tað størsta síðani januar í 1997. Íslendska arbeiðsloysið vaks 45 prosent
Í síðsta mánað vóru í meðal 7.902 íslendingar arbeiðsleysir. Tað vil siga, at arbeiðsloysið var 4,8 prosent, og vaks tað heili 45 prosent samanborið við mánaðin frammanundan, sigur Vinnumálastovnurin í Reykjavík. Stovnurin sigur eisini, at arbeiðsloysið í desember var tað størsta síðani januar í 1997. Til samanberingar kann nevnast, at í desember í 2007 vóru 1.357 íslendingar arbeiðsleysir. Tað var 0,8 prosent, og Vinnumálastovnurin roknar við, at talið verður millum 6,4 og 6,9 prosent seinni í ár.










