Íslendsk skip landa sína veiði í Íslandi

Hóast íslendska krónan er nógv minkað í virði, er ikki líkt til, at íslendsk skip hava landað týðandi nøgdir av ráfiski í øðrum londum - fyri at fáa meira fyri veiðina Nú stórur partur av heiminum og ikki minst okkara grannatjóð Ísland varð so hart rakt av fíggjarkreppu, var kanska hugsandi, at íslendsk skip fóru at landa sína veiði í øðrum londum enn Íslandi.

Orsøkin kundi hugsast at verið, at íslendska krónan er vorðin so lág, og at skipini tískil fóru at fáa ov lítið fyri sína veiði.

Eitt nú í Noregi hava tey ?lúrt? upp á, at íslendsk skip fóru at landa hjá teimum, men líkt er ikki til, at hetta hevur verið so.

Herfyri skrivaði norska fiskivinnublaðið FiskeribladetFiskaren, at landingarpláss í Noregi ikki hava merkt nakað til, at íslendsk skip í størri mun eru farin út um landoddarnar í Íslandi við týðandi nøgdum av ráfiski.

Í Føroyum hava vit heldur ikki sæð nakað til íslendskar landingar orsakað av lágu íslendsku krónuni.