Íslendsk listaframsýning

TíÐindaskriv frá Norðurlandahúsinum

 

Tann 14.03.2001 kl. 17.00 letur listaframsýningin hjá íslendinginum Magnús Kjartansson upp í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

Magnús Kjartansson, føddur 1949 og ein av kendastu listamonnum í Íslandi. Hann hevur útbúgving frá ?The Icelandic Collage of Art and Crafts? 1969-1972 og frá Kongaliga Danska Akademinum 1972-1975.

Hann hevur haft nógvar listaframsýningar bæði í Íslandi og Europa, eins hann hevur fingið fleiri stipendium og legat.

Eisini hevur hann fleiri altjóða viðurkenningar fyri verk síni.

Framsýningin er í Norðurlandshúsinum til og við 11. apríl 2001.